Vinnuforum verður 4. oktobur

Vinnuforum 2024 verður fríggjadagin 4. oktober frá kl 13:00 til kl 15:30 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn

Vinnuforum er eitt afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur.

 

Endamálið við tiltakinum er, at fáa tættari samstarv millum vinnu og kommunu.

 

Á tiltakinum verða fleiri áhugaverdar og kveikjandi framløgur við spennandi vinnulívsfólkum.

 

Tey, ið eru á skránni eru, Jóhanna á Bergi, Ulla Joensen, Joel Undir Leitinum, Regin W. Dalsgaard, Bogi Bech Jensen, Brynhild Høgnadóttir og Jón Hammer.

 

Orðstýrari verður Óluva Zachariasen.

 

Tað er ókeypis at taka lut, men neyðugt er at melda til.