Hagstovan.fo
Tað er serliga tænastuvinnan, sum er vorðin bjartskygdari. Væntanirnar hjá handilsvinnuni eru eisini betri, enn tær hava verið. Hinvegin er byggivinnan tó ikki eins jalig, sum hon hevur verið.
Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at brúkarin vigar 20 prosent, og vinnan vigar 80 prosent. Í vinnuni er tað tilfeingis- og ídnaðarvinnan, sum vigar mest við 40 prosentum, síðan kemur tænastuvinnan við 30 prosentum og byggivinnan og handilsvinnan við hvør sínum 5 prosentum.
Konjunkturbarometrið er nú 9. Tað er minni enn langtíðarmiðal, sum er 15. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir.
Føroysku húsarhaldini eru minni bjartskygd um búskaparstøðuna sum heild í Føroyum, enn tey hava verið seinastu tvey árini. Ávísin fyri brúkaravæntanirnar er nú -12. Men húsarhaldini meta sína egnu fíggjarligu støðu at vera eitt lítið vet betri um eitt ár sammett við í dag.
28 prosent av spurdu húsarhaldunum siga, at tey fáa júst endarnar at røkka saman. Fyri trimum árum síðani, vóru tað 23 prosent. Sostatt er talið kvinkað eitt lítið sindur upp. 55 prosent siga seg spara nakað upp, meðan fimm prosent siga seg spara nógv upp. Hóast stóran prísvøkstur seinastu árini, eru tað ikki fleiri, ið siga seg mugu læna pening. Átta prosent siga seg brúka av uppsparingini.
Nýtsluatferðin hjá føroysku brúkarunum hevur týdning fyri handilsvinnuna, tí brúkarin keypir stóran part av teimum vørum, sum hendan vinnan bjóðar út á føroyska marknaðinum. Hesa ferð eru fleiri, ið siga seg meta ta verða røttu løtuna at gera størri keyp, til dømis húsbúnað og eltól. Tað eru eisini fleiri, sum ætla sær at brúka størri upphæddir til bústaðarábøtur næsta árið samanborið við kanningina í juni í 2024.
Húsarhaldini meta tað sjáldan vera røttu løtuna til bilakeyp, tó kvinkar talið eitt vet upp.
Tað er møguliga ein lítil glotti at hóma hjá handilsvinnuni. Ávísin veksur úr 4 í 13. Prísirnir hækka ikki eins skjótt, sum teir hava gjørt seinastu trý árini. Handilsvinnan væntar, at sølan komandi árið fer at hækka nakað. Handilsvinnan metir, at arbeiðstørvurin fer at vaksa komandi árið.
Ávísin fyri byggivinnuna minkar úr 31 niður í 16, sum liggur niðan fyri langtíðarmiðalinum á 23. Byggivinnan er viðbrekin mótvegis búskaparligu konjunkturunum. Tað sæst aftur í ávísanum fyri byggivinnuna, ið ger stór sveiggj.
Byggivinnan svarar, at bíleggingarnar eru færri enn tær hava verið. Byggivinnan metir, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at minka komandi árið.
Hesa ferð hava 30 prosent av byggifyritøkunum svarað, at vánaligt veður hevur verið ein framleiðsluavmarking, 16 prosent, sum siga seg ongar avmarkingar hava, meðan 27 prosent siga seg hava fíggjarligar avmarkingar. Spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri byggivinnuna.
Ávísin fyri tilfeingis- og ídnaðarvinnu er hækkaður úr -33 upp í -3. Útlitini fyri framleiðslu komandi árið eru betri. Eisini væntar tilfeingis- og ídnaðarvinnan, at søluprísirnir gerast betri. At framleiðslan fer at vaksa, hongur møguliga saman við, at bíleggingarnar eru fleiri, og at goymslurnar ikki eru eins stórar. Vaksandi virksemi í tilfeingisvinnuni sæst aftur í arbeiðstørvinum.
Føroyska tilfeingisvinnan ávirkast av búskaparligu konjunkturunum úti í heimi, tí størsti parturin av framleiðsluni verður útfluttur. Tað er serliga bíleggingarnar úr útlandinum, ið eru hækkaðar, umframt at fyritøkurnar svara, at útlendski marknaðarlutur teirra er betraður.
Tænastuvinnan letur væl at gongdini seinasta árið. Tær spurdu fyritøkurnar meta, at umsetningurin hevur verið nøktandi. Tænastuvinnurnar eru tó meiri bjartskygdar um framtíðarútlitini. Tað sæst aftur í tørvinum á arbeiðsmegi í føroysku tænastuvinnuni, sum fyritøkurnar vænta fer at vaksa komandi árið.
Síggið talvur og meira um evnið við at trýsta her
##med2##