Vit ætla ikki at troka okkum inn í Havnar Bio

– Vit hava ongan hug at troka okkum inn nakrastaðni, har vit ikki eru vælkomin, sigur LGBT Føroyar

Í gjár varð greitt, at ætlaða samstarvið millum Havnar Bio og Faroe Islands International Minority Film Festival varð av ongum. Havnar Bio sigur orsøkina vera, at filmsfestivalurin ikki helt treytirnar fyri samstavið – eitt nú at Faroe Pride ikki skuldi vera partur av samstarvinum. Tí avlýsti Havnar Bio samstarvið, og teir fimm filmarnir, sum skuldu sýnast í Havnar Bio, máttu flytast í Perluna, har aðrir filmar á filmsstevnuni verða sýndir.

 

LGBT Føroyar sigur nú í einum skrivi, at tey høvdu ongar ætlanir um at troka seg inn í Havnar Bio.

 

– LGBT Føroyar skipar fyri Faroe Pride, og vit hava ikki verið í sambandi við Havnar Bio um nakað yvirhøvur. Vit hava ongar ætlanir havt um nakað, sum hevur við Havnar Bio at gera, og tí undrar tað okkum, at eigarin av Havnar Bio sigur hetta. Vit hava ongan hug at troka okkum inn nakrastaðni, har vit ikki eru vælkomin, sigur LGBT Føroyar í skrivi, sum nevndarlimurin Annlis Bjarkhamar hevur sent miðlunum.

 

– Tað einasta, sum LGBT Føroyar hevur gjørt, er at gera eina felags skrá saman við FIMFF yvir alt, sum fer fram 27. juli, og har varð ein sýning hjá filmsfestivalinum FIMFF orðað sum ein Pride sýning. Havnar Bio helt tað verða ov nógv fyri seg at verða nevnt í somu skrá sum Faroe Pride og LGBT Føroyar og hevur tískil slitið samstarvið við FIMFF.

 

– LGBT Føroyar er ikki partur av filmsfestivalinum, og tí harmar tað okkum, at illviljin, sum Havnar Bio hevur mótvegis LGBT Føroyar og okkara søk, skal ganga útyvir tað stóra og týdningarmikla arbeiðið, fólkini handa FIMFF hava gjørt í áravís. LGBT Føroyar heitir á øll, sum vilja stuðla okkara søk, um at stuðla FIMFF og fara til sýningarnar hjá teimum í Perluni, sigur LGBT.

 

Í morgun hevur Filmsfelagið boðið sær til at mekla millum Havnar Bio og FIMFF filmsfestivalin.