Vit keypa færri bilar

Higartil í ár hava vit keypt 342 færri nýggj akfør enn sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 17 prosent.

 

Taka vit bara talið av persónbilum, so er sølan fallin við 204 persónbilum ársins fyrstu átta mánaðir í ár í mun til í fjør. Í fjør vóru 1422 persónbilar seldir ársins fyrstu átta mánaðir. Í ár var tilsvarandi talið 1218.

Eisini í næststørsta bólki av akførum, »vørubilar«, eru sølutølini í ár lægri enn í fjør. Tí í fjør vóru seldir 281 vørubilar. Í ár vóru seldir 217. Tað er ein afturgongd upp á 64 bilar.

Tilsamans eru í ár seldir 1653 akfør í Føroyum í ár. Í fjør var talið fyri sama tíðarskeið 1995 akfør. Ein munur upp á 342 bilar ella 17 prosent.

##med2##