Vit kunnu ikki bara flyta Tjóðleikhúsið

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Men vit hava tikið støðu einaferð. Og er tað neyðugt, so taka vit støðu einaferð afturat, sigur borgarstjórin

Vit hava eina býráðssamtykt, sum sigur, at tjóðleikhúsið skal liggja á Bursatanga. Enn er ikki endaliga avgreitt neyvt, hvar á Bursatanga, bygningurin skal byggjast.

 

Tað segði Heðin Mortesen, borgarstjóri í Havn, við útvarpið í kvøld, eftir at in.fo seinnapartin kundi avdúka, at havnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur havnað umsókn um leigusáttmála til Tjóðleikhúsið á havnarøkinum.

 

– Eftir avgerðina í havnarnevndini í dag, so má eg fara at práta við landsins myndugleikar og Mentamálaráðið. Málið kemur nú í fíggjarnevndinia, og so fer tað fyri býráðið. Men tað er eingin ivi hjá mær, at Tjóðpallurin skal liggja her í Havnini, segði Heðin Mortensen.

 

Spurdur um tað merkir, at Tjóðpallurin skal liggja á Bursatanga, sum higartil ætlað, ella aðrastaðni, sigur Heðin Mortensen við útvarpið, at tað er tað, sum býráðið einmælt hevur samtykt.

 

Lesið eisini:Tjóðleikhúsið verður ikki bygt á Eystaru bryggju

 

– Eg kann ikki fara at broyta ein einmælta samtykt uttan víðari, tað kann eg heldur ikki, men eg havi einki ímóti, at málið kemur fyri býráðið til viðgerðar, men tað er eingin ivi hjá mær, at tað kemur at liggja nøkulunda her sum vit hava samtykt, at tað skal liggja, segði Heðin Mortensen.

 

##med2##

 

– Tað er so ein samráðingarspurningur, um tað kann flytast hendanvegin ella handanvegin, so pláss er fyri øllum pørtum á økinum. Vit kunnu ikki bara mitt í tí heila siga nei, eftir at tað hevur verið kapping, sum onkur hevur vunnið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

– Vit hava tikið støðu einaferð. Og er tað neyðugt, so taka vit støðu einaferð afturat, sigur hann.