Vit mugu taka okkum sjálvi í álvara

– Vilja vit verða tikin í álvara sum land og tjóð, mugu vit byrja at taka okkum sjálvi í álvara, sigur Øssur Patursson

– Í Føroyum skulu føroyingar ráða, og  tað eru bert vit, sum hava ábyrgdina av hesum landi!

 

Tað segði Øssur Patursson, tá ið hann helt røðu á kravgonguni á Váglinum, sum snúði seg um ætlaða hernaðarradaran í Føroyum.

 

– Vilja vit verða tikin í álvara sum land og tjóð, mugu vit byrja at taka okkum sjálvi í álvari. Vit eru fullveldisríki, áðrenn vit fáa tað formella heiti sum Lýðveldi Føroyar. Fullveldi og føroyskur sjálvsavgerðarrættur byrjar við, at vit síggja okkum sjálvi sum fullveldisríki, og at vit at føra okkum fram sum fullveldistjóð, segði hann.

 

– Ongin kemur at geva okkum nakað her í verðini, bert við at taka okkum sjálvi í álvara og taka ábyrgd, kunnu vit seta okkara dám á, hvussu framtíðin skal síggja út her í Føroyum.

 

Hann førdi fram kravið um, at ein lofteftirlitsradari, sum skal setast upp í Føroyum, skal vera á føroyskum hondum.

 

–  Vit eiga avgerðina um, at bert vit eiga og reka ein sivilan eftirlitsradara í Føroyum.

 

Hann helt, at tað fer at styrkja føroysku støðuna í altjóða viðurskiftum. Føroyar fara at størri politiska ávirkan, Føroyar fara fáa betri handilssømdir við ES, og góðu handilsviðurskiftini við Russland verða varðveitt.

 

– Vit fáa onga virðing, um vit bara leggja okkum fløt niður, bíða til radarin er komin upp at koyra, og síðani bidda um at fáa nakrar molar afturfyri, tí at onkur onkrastaðni einaferð lovaði okkurt um okkurt, segði Øssur Patursson.