Stutt fyri middag í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Eysturoyartunlinum, har ein bilførari koyrdi á rundkoyringina inni í tunlinum.
At síggja til er bilurin komin úr Saltnesi, og tá hann kemur oman móti rundkoyringini, koyrir hann bara beint fram og rennur í listaverkið, sum prýðir rundkoyringina.
Í gjár visti løgreglan at siga, at bilførarin var við vit, tá sjúkrabilur flutti hann á Landssjúkrahúsið, og í samband við ferðsluóhappið var tunnilin stongdur eina løtu.
Tá spurt varð í morgun um, hvussu bilførarin hevði tað, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini einki at siga um tað, men vónandi kom bilførarin væl burtur úr óhappinum.
- Talan var um ein tilkomnan bilførara. Vit vita ikki, hví óhappið hendi. Kanska var tað ósketni, men tað er eingin illgruni um rúsdrekkakoyring, legði vaktleiðarin aftrat.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/rendi-i-rundkoyringina-i-eysturoyartunlinum