Ásbjørn Petersen, maskinstjóri, vísti okkum nýggja rækjutrolaran, Nataarnaq, sum júst hevur verið í Føroyum til eitt ára garantieftirlit. Nú eru skip og manning komin á fiskileið aftur í Grønlandi.

Vitjan umborð í Nataarnaq

Grønland hevur seinnu árini fingið fleiri nýbygningar, og eitt av nýggjastu skipunum er rækjutrolarin, Nataarnaq, sum hevur verið í Føroyum til garantieftirlit. Vit hava vitjað umborð á skipinum.

 

Ásbjørn Petersen, maskinstjóri, vísti okkum nýggja rækjutrolaran, Nataarnaq, sum júst hevur verið í Føroyum til eitt ára garantieftirlit. Nú eru skip og manning komin á fiskileið aftur í Grønlandi.

Nýggi grønlenski rækjutrolarin, Nataarnaq, hevur verið í Føroyum til eitt ára garantieftirlit, og tað er skipasmiðjan Mest, sum hevur staðið fyri arbeiðnum, sum varð boðið út í Íslandi og Føroyum. Tað er eitt dóttirfelag hjá Royal Greenland, Ice Trawl, ið eigur skipið, sum nú hevur verið í vinnu í eitt gott ár. Skipið hevur riggað væl, og tað hevur gingið væl at fiska.

 

Samlaða veiðan í fjør var stívliga 10.000 tons, sum gav eitt veiðivirði á umleið 280 miljónir krónur. Eins og aðrir fiskaprísir hava verið góðir, hava prísirnir á rækjum eisini verið góðir.

Tá tað er eitt spildurnýtt skip, er altíð onkur justering, sum skal gerast, nú skipið kortini skuldi til garantieftirlit. Arbeiðið hjá Mest hevur gingið væl, og her hava verið fleiri undirveitarar.

 

Meðan skipið var í Føroyum, vitjaðu vit umborð. Nataarnaq er bygdur í Bilbao.

 

Tað var maskinstjórin, Ásbjørn Petersen, sum vísti okkum skipið. Áðrenn vit fóru í land aftur, fingu vit eisini ein góðan døgurðabita frá kokkinum, Joen Peter Petersen, sum henda dagin hevði tveir rættir, ræstan fisk, spik og epli – og hamburgarrygg við hvítari mjólkasós og eplum. 

 

Í messuni hittu vit eisini skiparan, Dávur Mohr. Skiparin á hinari vaktini, tá Dávur er heima, er Martin Jacobsen. Nýggi Nataarnaq er 83,5 metrar langur og 18 metrar breiður. Skipið, sum var undan hesum, var 68 metrar langt og 14 metrar breitt. 

 

Hetta er triði Nataarnaq í røðini.

 

Á dekkinum eru fýra trolbanar, og skipið kann fiska við einum, tveimum ella trimum trolum í senn, og síðan ber til hjá dekkarunum at arbeiða á tí fjórða bananum. Trolspølini eru elektrisk, sum tey eru á nógvum stórum skipum í dag. Tað merkir, at tey eru at kalla ljóðleys, og her er eingin hydraulisk olja. 

 

Á brúnni eru kamera, sum verða brúkt, tá skipið hálar. Hetta er neyðugt, tá skipið er so stórt, og langur vegur er aftur á hekkuna. Tað er umráðandi, at skiparin kann fylgja við, tá hálað verður, so eingin maður kemur til skaða. 

 

Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at umborð í Nataarnaq eru allar bestu manningarumstøður. Við á hvørjum túri eru 22 mans, og her eru eisini tvær messugentur. Skiftið er vanliga sjey vikur umborð og sjey vikur heima. Øll manningin hevur eittmanskømur, undantikið tað eina kamarið, sum er eitt dupultkamar.

 

Skipið hevur eina sjúkrastovu, og her er bæði sjúkrasong og børa, sum kann flytast runt umborð í skipinum, um onkur skuldi komið til skaða. Á sjúkrakamarinum er eisini baðikar til avkøling, um onkur skuldi brent seg.

 

Kondirúm er eisini, eins og tað er umborð í flestu stórum nýbygningum í dag.

 

Høvuðsmotorurin á nýggja skipinum er ein MAN V12 á 10.000 HK, meðan gamla skipið hevði ein Wärtsilä á 4.800 HK. Hesin motorurin er nógv effektivari, enn hin gamli var, men kortini er oljunýtslan ikki størri. Høvuðsmotorurin drívur skrúvu og ein aksilgenerator, sum gevur el til skipið. 

 

Í maskinrúminum er eftirlitsrúm, har fylgjast kann við eitt nú maskinarínum, frysting og lastini á teldum. Soleiðis ber eisini til - um neyðugt - at kunna skjalprógva yvirfyri keyparum, at frystingin á øllum túrinum og í báðum lastunum hevur verið í lagi.

 

Grønlendskur sjógvur er rættiliga víðfevndur, og teinurin í nærmastu havn er ofta langur. Tí hevur eitt slíkt skip eisini ein verkstað við neyðugum amboðum, so uppgávur, ið kunnu standast, eisini kunnu loysast, meðan skipið er til fiskiskap.

 

Fýra maskinmenn eru við, harav tveir eru á vakt í senn alt samdøgrið. Hvør vaktin er á 12 tímar.

 

Á vitjanini umborð í Nataarnaq vóru vit eisini á verksmiðjuni og í báðum lastunum, har pláss er fyri tilsamans 1000 tonsum av rækjum á plattum. Á verksmiðjuni er alt úr rustfríum stáli sum ger, at her er eingin rustur. Á verksmiðjuni eru fimm skiljimaskinur til støddarskiljing, og her eru fimm kókarar og fýra frystitunellir.

 

Í maskinrúminum eru tríggir frystikompressarar. 

 

Framleiðsluorkan á verksmiðjuni er roknað til 150 tons um samdøgrið, og nú skipið hevur verið í vinnu í stívliga eitt ár, hava teir onkuntíð verið uppi á 110 tonsum í lidnari vøru um døgrið. Á brúnni hevur Nataarnaq sjálvsagt nýggjastu og bestu útgerð, sum ein nýbygningur í dag eigur at hava.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

Ásbjørn Petersen, maskinstjóri, vísti okkum nýggja rækjutrolaran, Nataarnaq, sum júst hevur verið í Føroyum til eitt ára garantieftirlit. Nú eru skip og manning komin á fiskileið aftur í Grønlandi.

Á verksmiðjuni eru fimm skiljimaskinur til støddarskiljing av rækjum.

Í kontrolrúminum eru teldur sum siga frá tí, sum maskinmenninir hava brúk fyri at vita.

Skipið hevur tvær frystilastir, sum tilsamans rúma 1000 tonsum á plattum.

Kokkurin er góður; hann dugir síni ting, og kokkur er Joen Peter Petersen.

Messan er stór og henda dagin, vit vitjaðu, vóru tveir døgurðarættir.

Dávur Mohr er skipari á Nataarnaq. Vit hittu hann í messuni, tá vit vitjaðu umborð.

Nýggi Nataarnaq er eitt fantastiskt skip. Hann er 83,5 metrar langur og 18 metrar breiður.