Vónin byggir stóra turki-og barkihøll við Norðskála

Vónin hevur í fleiri ár selt alinótir, fortoyningar, akker, tog, ketur, sjeklar og ymiskt annað til alivinnuna, men Vónin tekur sær eisini av vasking og regluligum viðlíkahaldi og eftirliti.

 

Byggifyritøkan Sp/f Búð, sum feðgarnir, Anfinnur og Tonny S. Kruse eiga, hevur nógv at takast við, og teir fáa nógvar fyrispurningar um uppgávur av ymiskum slag. 

- Eg haldi ikki, vit merkja nakað serligt til nakra niðurgongd. Tað er spennandi at vera í hesi vinnu. Eingin dagur er eins, tá tú fæst við slíkt arbeiði, sigur Tonny.

 

Umframt byggiverkætlanina á Eiði, har Sp/f Búð hevur bygt sjey íbúðir, eru teir eisini í holt við at byggja eina 1000 fermetra stóra høll fyri Vónina við Norðskála.

 

- Høllin verður bygd oman úr verandi bygningi. Fundamentið er liðugt stoypt, og nú verður gólvið stoypt. Omaná fundamentið kemur ein stálhøll, sum Sp/f Búð skal seta upp, sigur Tonny S. Kruse.

 

Tað fer ikki at taka langa tíð, til nýggja høllin við Norðskála verður reist. Arbeiðstøkan hjá Sp/f Búð byrjaði nakað fyri jól síðsta ár, og nýggja høllin hjá Vónini verður ein sonevnd turki-og barkihøll, sum hon verður rópt.  

 

Sum árini eru liðin, og alivinnan hevur havt fleiri góð ár, hevur hetta eisini givið nógvar ringvirkningar og skapt umsetning hjá fleiri fyritøkum í Føroyum. Vónin, sum hevur sítt virksemi til alivinnuna við Norðskála, hevur gjøgnum árini havt fleiri og fleiri veitingar til hesa vinnu. 

 

Hetta hevur eisini sett veksandi krøv til veitingarnar. So seint, sum á heysti í 2020 tók Vónin ein nýggjan bygning í nýtslu við Norðskála, og nú verður so aftur ein bygningur bygdur oman úr virkinum. 

 

##med2##

 

Vónin hevur í fleiri ár selt alinótir, fortoyningar, akker, tog, ketur, sjeklar og ymiskt annað til alivinnuna. Umframt hetta, hevur Vónin eisini tikið sær av vasking og regluligum viðlíkahaldi og eftirliti av alinótum.

 

So hvørt, sum alivinnan hevur flutt seg longur út á streymasjógv at ala, hevur eisini verið neyðugt við sterkari útgerð. Aliringarnir eru vorðnir størri, og tað eru nótirnar eisini. Ringarnir rúma størri nøgdum av fiski, og alt skal gerast og leverast, so útgerðin ikki svíkur.   

 

Vanligt er, at nótirnar verða tiknar upp umleið einaferð um árið til vasking og eftirlit. Tá verður eisini hugt eftir, um umvælingar skulu gerast, og um so er, er hetta eisini ein partur av veitingunum hjá Vónini til alifeløgini.   

 

Hetta arbeiði hava fólk hjá Vónini gjørt í gamla elementvirkinum við Norðskála, sum varð keypt í 2006. Vónin hevur alt sítt nótavirksemi við Norðskála, og her eru fleiri útbyggingar og dagføringar gjørdar seinnu árini.