WHO ávarar um nýggja bylgju í Evropa við EM sum superspreiðara

Nýtt brigdi av koronuvrius og tað at vit eru meira saman fær WHO at ávara um smittuøking í Evropa

Eftir báðar dystinar hjá Finnlandi í Sankta Pætursborg vórðu skrásettir umleið 100 smittutilburðir á tveimum marknaliðum – teir flestu millum fótbóltsfjepparar. (Arkivfoto) - Foto: Anatoly Maltsev/Reuters

Smittutølini í Evropa eru hækkað við tíggju prosentum seinastu vikuna, og vandin fyri eini nýggjari koronubylgju veksur.

 

Soleiðis ljóðar ávaringin frá stjóranum í heimsheilsufelagsskapinum WHO fyri Evropa, Hans Kluge, skrivar BBC.

 

Sambært honum er orsøkin, at vit eru sein við koppseting, nýggj koronubrigdi og tað at vit eru meira saman.

 

Harumframt er vandi fyri, at Euro 2020 fer at menna seg til eitt superspreiðaratiltak, sigur Hans Kluge.

 

Ein superspreiðari er ein smittaður persónur, sum smittar fleiri onnur. Harvið kunnu fá smittað til eitt tiltak brádliga menna seg til nógv smittað og til tað, sum verður kallað eitt superspreiðaratiltak.

 

– Tað fer at koma ein nýggj bylgja í Evropa, um ikki vit eru varin, sigur Hans Kluge sambært tíðindastovuni AFP.

 

Hundraðtals fótbóltsfjepparar, sum eru komnir aftur frá dysti í London og Sankta Pætursborg, eru testað positiv.

 

Tilbúgvingarleiðarin hjá WHO, Catherine Smallwood, hevur heitt á vertsbýir um at gera meira fyri at eygleiða, hvussu fótbóltsfjepparar ferðast.

 

– Vit eru noydd til at kanna, hvat hendir kring leikvøllirnar, sigur hon og leggur dent á, at tað eisini snýr seg um fyri og eftir dystirnar.

 

– Hvat hendir eftir ystin? Fara tey inn á barrir og pubbir, har tað frammanundan eru nógv fólk? spyr Catherine Smallwood sambært BBC.

 

##med2##

 

Øktu smittutølini koma efitr eitt tíðarskeið upp á tíggju vikur, har tølini hava verið fallandi. Tað er m. a. vegna meira smittandi koronubrigdið Delta.

 

Evropiska miðstðin fyri sjúkufyribyrging og eftirlit, ECDC, metti í síðstu viku, at Delta-brigdið í august kann verða orsøkin til níggju av tíggju nýggjum smittutilburðum í ES.

 

Statens Serum Institut í Danmark metir, at millu,m 16,2 og 25,3 prosent av øllum koronutilburum í Danmark nú eru við Delta-brigdinum.

 

Delta-brigdið var upprunaliga funnið í India, men hevur síðani spreitt seg til nóg støð í heiminum.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

Eftir báðar dystinar hjá Finnlandi í Sankta Pætursborg vórðu skrásettir umleið 100 smittutilburðir á tveimum marknaliðum – teir flestu millum fótbóltsfjepparar. (Arkivfoto) - Foto: Anatoly Maltsev/Reuters

Týski heilsumálaráðharrin, Jens Spahn, heitti í gjár á týskrar um at lata seg koppseta Mynd: Pool/Reuters