WikiLeaks-stovnarin er nú ein frælsur maður

Julian Assange, sum í 2006 stovnaði heimasíðuna WikiLeaks, kundi í nátt venda aftur til heimland sítt, Avstralia, sum ein frælsur maður.

 

WikiLeaks stovnarin Julian Assange fer úr rættarhølunum í Saipan sum ein frælsur maður Mynd: Kim Hong-Ji/Reuters/Ritzau Scanpix

Assange hevur við ein amerikanskan dómstól í Normandínum viðgingið seg sekan í einum ákærupunkti frá amerikanska løgmálaráðnum.

Hann er ákærdur fyri samansvørjing við ætlan um at fáa fatur í og lata víðari skjøl frá amerikanska herinum.

Australiumaðurin viðgekk seg sekan í, eftir at hann hevði gjørt eina semju við løgmálaráðið um, at hann kundi verða dømdur ein fongsulsdóm svarandi til tað tíðina, hann longu hevur sitið í fongsli.

– Við hesum boðunum kanst tú fara úr rættarhølunum sum ein frælsur maður, segði dómarin.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##


/ritzau/AFP

 

WikiLeaks stovnarin Julian Assange fer úr rættarhølunum í Saipan sum ein frælsur maður Mynd: Kim Hong-Ji/Reuters/Ritzau Scanpix