Wimbledon: Barty sigurskvinna- Djokovic leikar sína triðju Grand Slam finalu í 2021

Serbiska kanónin stendur nemliga enn einaferð í eini finalu. Talan er um nummar eitt á styrkislistanum, Novak Djokovic, sum í morgin skal leika sína triðju Grand Slam finalu í 2021.

Wimbledon finalan hjá kvinnum varð leikt í dag. Finalan var millum Australsku Ashley Barty og kekkisku Karolina Pliskova. Barty vann finaluna 2-1 í settum.

 

 

 

Australska Ashley Barty, ið er nummar eitt á styrkislistanum hjá kvinnum, kom inn til dystin við góðum sjálvsálit. Hóast hon ongantíð áður hevur vunnið Wimbledon, so hevði hon alla orsøk at vera við gott mót undan dagsins finalu. Avrik hennara hava verið støðug, og er hon ein leikari, ið hevur allar neyðugu dygdirnar á grasvøllinum. Mótstøðuleikarin í finaluni, Karolina Pliskova, er eisini støðugt millum tær ovastu tíggju á styrkislistanum. Hetta hóast hon aldri áður hevur vunnið eina Grand Slam kapping. Pliskova 187 cm høg, og er hennara størsta styrki tískil servan eins og harða forhondin. Barty gjørdist tó ein ov stórur biti at svølgja – og var við sínum ágangandi spæli ein uppiborin Wimbledon vinnari.

 

 

 

Ársins Wimbledon finala hjá monnum verður leikt í morgin. Kappingin hevur verið merkt av fleiri avgerandi faktorum. Skaðar, avboð og fáir ítróttarligir skelkir hava havt við sær, at ítróttarserfrøðingar ikki kunnu verða serliga bilsnir, tá ið teir síggja finalistarnar á grasvøllinum í morgin. Serbiska kanónin stendur nevniliga enn einaferð í eini finalu. Talan er um nummar eitt á styrkislistanum, Novak Djokovic, sum í morgin skal leika sína triðju Grand Slam finalu í 2021. Hann hevur vunnið hinar báðar. Djokovic vann enn ein 3-0 sigur í settum í semifinaluni, tá ið hann skúgvaði Denis Shapovalov til viks. Serbin vildi tó viðganga, at Shapovalov stríddist mannliga. Hetta hoyra vit ofta frá sokallaða “Djokernole” (t.e. Djokovic), ið tó altíð stendur eftir sum vinnari. Mótstøðumaðurin í finaluni er italski Matteo Berrettini. Høgi og kraftmikli leikarin er nummar níggju á styrkislistanum. Berrettini vann 3-1 á Hubert Hurkacz í semifinaluni. Størsta styrkin hjá Berrettini er servin, forhondin og harafturat at koma fram til netið.

 

Sambært veddingarfyritøkunum eins og hagtølunum er Djokovic tó ein risa favorittur í morgin. Spurningurin verður, um Berrettini fer at mótprógva hesum. Dysturin byrjar kl 14:00 føroyska tíð.