Wimbledon semifinalur á skránna

Semifinalurnar í Grand Slam tenniskappingini, Wimbledon, verða leiktar hesar dagarnar.

 Semifinalurnar í Grand Slam tenniskappingini, Wimbledon, verða leiktar hesar dagarnar. EM undankappingin í fótbólti hevur stolið flest allar yvirskriftir seinastu tíðina. Tó eru aðrar ítróttargreinar eisini ítróttur er eisini á skránna í hesi stund, og er Wimbledon ein stór kapping í tennis umhvørvinum. Semifinalurnar hjá kvinnum blivu spældar í dag, og báðar semifinalurnar hjá monnum verða leiktar í morgin. Fyrrapartin í dag spældi nummar eitt á styrkislistanum hjá kvinnum, Ashley Barty, ímóti týsku Angelique Kerber. Barty, ið var favorittur undan dystinum, greiddi sína skyldu og vann 2-0 í settum. Seinnapartin leiktu Karolina Pliskova og Aryna Sabalenka hvør ímóti aðrari. Ein javnur dystur millum tveir ágangandi tennisleikarar, ið báðar serva ómetaliga hart. Sabalenka vann fyrsta settið 5-7, men Pliskova vendi dystinum og vann samanlagt 2-1 í settum. Hon vann seinna og triðja sett 6-4.

 

 

 

Í morgin leika menninir sínar semifinalur. Matteo Berrettini spælir ímóti Hubert Hurkacz, ið vann á Roger Federer í kvartfinaluni. Hóast hetta er Berrettini greiður favorittur at koma í finaluna. Dysturin byrjar kl 14:30.

 

Seinna semifinalan er millum Novak Djokovic og Denis Shapovalov. Serbiska stjørnan er greiður favorittur at vinna kappingina, men Shapovalov er als ikki lættur at vinna á. Djokovic og Shapovalov hava spælt fimm innanhýsis dystir undan dystinum í morgin. Djokovic hevur fýra sigrar, tí Shapovalov vann nevniliga fyrstu  uppgerð teirra millum í maj 2019. Dysturin byrjar kl 16:30 í morgin.