Yvir 1.000 offur fyri álopið 11. september eru enn saknað

Rættarlæknar í New York hava kanna 22.000 kropslutir fyri at kunna eyðmerkja saknað offur.

 

2.753 fólk doyðu í álopinum á World Trade Center í New York 11. september í 2001.

Yvir 1.000 teirra eru í dag, 20 ár seinni, enn ikki eyðmerkt.

Rættarlæknar í New York City arbeiða enn við at eyðmerkja 1.106 deyð fólk, hvørs lík enn ikki eru funnin, skrivar The New York Times.

 

Rættarlæknar í New York City hava seinastu 20 árini, uttan at almenningurin hevur vitað tað, gjørt størstu rannsóknir av saknaðum fólkum nakrantíð USA.

22.000 kropslutir eru kannaðir, eftir at lutirnir vórðu funnir, tá økið varð gjølla kannað eftir álopið.

Og granskarar royna enn  í dag finna genetisk sambond millum offur og teir fleiri túsund kropslutirnar, so avvarðandi sleppa at jarða sínum kæru.

Í august komu tveir detektivar á gátt hjá Nykia Morgan, sum býr á Long Island í New York, við boðum um, at mamma hennara varð eyðmerkt gjøgnum eina framkomna DNA-kanning.

Mamma hennara, tryggingarseljarin Doroty Morgan, hvarv í leivdunum av norðara torninum í Word Trade Center 11. september í 2001.

Nykia Morgan slapp ikki at jarða mammu sína.

 

##med2##

– Eg visti ikki, at tey enn royndu at finna út av hesum so langt aftaná, sigur tann 44 ára gamla dóttirin við The New York Times.

– Brádliga skalt tú gera av, hvat tú skalt gera við tína elskaðu mammu, sum doyði fyri 20 árum síðani. Tað er næsta sum at ríva eitt gamalt sár uppaftur. Tíðin hevur lekt sárini, so so hendir hetta 20 ár seinni, og nú skalt tú taka tær av tí, sigur hon.

Rættarlæknarnir í amerikanska stórbýnum fara ongantíð at koma á mál við uppgávuni, sigur Mark Desire, sum er varastjóri fyri rættarlæknarnar í New York City.

Nøkur lík eru púra brend upp í álopinum, meðan familjulimur til sløkum 100 av ofrunum noktaðu at lata rættarlæknunum DNA-tilfar.

Tilgongdin við at fáa DNA at hóska saman er drúgv, so tá eitt DNA-samanfall verður funnið, sendir tað »orku til liðið«, sigur Mark Desire við blaðið.

Í dag eru 20 ár síðani yvirgangsálopið á USA 11. september. Tað verður hátíðarhildið ymsastaðni í heiminum.

 

/ritzau/