Zelenskyj: - Tá mugu vit taka okkum aftur

Ukrainski forsetin sigur við Washington Post, at fær Ukraina ikki amerikanska hjálparpakkan, noyðast ukrainsku herdeildirnar at taka seg aftur á hermótinum.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ávarar nú amerikansku kongressina.

 

- Ukrainsku herdeildirnar noyðast at taka seg aftur av hermótinum, um landið ikki fær ætlaða amerikanska stuðulspakkan.

 

Tað veit Washington Post, sum endurgevur ukrainska forsetan, at siga í dag.

 

- Uttan amerikanska stuðulin, hava vit hvørki luftverju, patriot-rakettir, 155 millimetra løðingar ella útgerð til elektroniska krígsførslu, sigur hann við blaðið.

 

Volodymyr Zelenskyj leggur aftrat, at tá soleiðis er, noyðast ukrainsku herdeildirnar at taka seg aftur á hermótinum.

 

Ein hjálparpakki á 60 milliardir dollarar er fyribils blokeraður í amerikansku kongressini - átta mánaðir eftir, at amerikanski forsetin legði hann fram.