Zelenskyj: - Tað fer at merkjast

Volodymyr Zelenskyj er sannførdur um, at álopini, sum ukrainski herurin nú fyrireikar, fara at taka hertikin landaøki aftur frá russum.

- Tað týdningarmesta er, at Russland sær tað - og ikki bara sær tað - men eisini følir tað, sigur forsetin.

Málið við leingi væntaðu álopunum hjá ukrainska herinum á russisku herdeildirnar í Ukraina er at reka russar úr hersettum økjum.

 

Tað staðfesti ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á einum tíðindafundi saman við forsetanum í Estlandi, Alan Karis, í dag. Tíðindafundurin varð hildin í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

 

- Hetta er ikki ein filmur. Tað er trupult hjá mær at siga, hvussu fólk fara at síggja okkara mótálop. Tað týdningarmesta er, at Russland sær tað - og ikki bara sær tað - men eisini følir tað, segði ukrainski forsetin.

 

Volodymyr Zelenskyj segði sannførdur, at álopini, sum ukrainski herurin nú fyrireikar, fara at taka hertikin landaøki aftur frá russiska herinum.

 

- Tá tað hendir, fert tú at merkja, at tað hendir, legði forsetin aftrat.

 

Tíðindastovan Reuters sigur, at ukrainski forsetin á tíðindafundinum eisini gjørdi viðmerkingar til kjakið um limaskap í verjusamgonguni, Nato.

 

- Vit skilja, at vit ikki gerast limir í Nato, fyrr enn kríggið er av, segði Volodymyr Zelenskyj.

 

 

 

- Tað týdningarmesta er, at Russland sær tað - og ikki bara sær tað - men eisini følir tað, sigur forsetin.