fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 13°C

Vindur 10.8m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 10.06.2017 (23:34)

Á fund við uttanlandsnevndina

Anders Samuelsen, sum er danskur uttanríkisráðharri, kemur mánadagin á vitjan í Føroyum.

 

Hann kemur fyrrapartin mánadagin og fer avstaðaftur týsdagin.

 

Hetta er árligi fundurin millum danska uttanríkisráðharran og føroyska landsstýrismannin við uttanríkismálum, Poul Michelsen. teir báðir starvsbrøðurnir skulu tosa um fleiri aktuel mál, sum eru frammi í løtuni og sum hava við viðurskiftini hjá Føroyum við fleiri fremmand lond.

 

Seinnapartin mánadagin skal danski uttanríkisráðharrin hitta uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum. Hendan nevndin umboðar parlamentarisku skipanina í uttanríkismálum.

 

Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, er formaður í uttanlandsnevnddini.

 

Anders Samuelsen vitjaði í Føroyum í vetur heilt stutt eftir at hann og hansara flokkur, Liberal Alliance, gjørdist partur av stjórnini hjá Lars Løkke Ramussen. Longu tá segði Anders Samuelsen, at hann kom aftur til Føroyar í summar.