fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 11.11.2017 (16:07)

Aksel megnar ikki at leverar avtalaðu atkvøðurnar til fiskivinnunýskipanina

GREINING: Samgongan er í  ógvuliga trongum skóm í løtuni.

 Høvuðstrupulleikin í løtuni er, at hóast samgongan sigst hava undirskrivað eina semju um nýggju fiskivinnuskipanina, so fær hon ikki savna neyðugu 17 atkvøðurnar til tað uppskot, sum í løtuni liggur á borðinum.

 

 

Samgonguleiðarin, Aksel V. Johannesen, sum eisini er formaður í Javnaðarflokkinum, hevur boðað hinum samgonguflokkunum frá, at minst ein – helst tveir – limir í Javnaðarflokkinum ikki taka undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur.

 

 

Hetta ger, at meirluti ikki er fyri uppskotinum og tí er samgongan farin at fríggja til aðrar flokkar fyri at fáa til vega ein meirluta fyri nýskipanaruppskotinum.

 

 

Alment er kent, at løgmaður hevur havt fund við Miðflokkin og skal svara flokkinum aftur uppá tey 18 punktini, sum Miðflokkurin hevur sett sum krav fyri at gerast partur av samgonguni.

 

 

Einasti annar møgulein afturat Miðflokkinum er at royna at fáa Sambandsflokkin við, men sum tað liggur júst nú er onki, sum bendir á at Sambandsflokkurin sum heild fer í hóslag við samgonguna.

 

 

Hóast tað, so hava vit skilt, at samgongan hevur boðað Sambandsflokkinum til fundar.

 

 

Vit hava bæði í dag og í gjár roynt at fingið eina viðmerking frá Aksel V. Johannesen, løgmanni, men hann er ikki at fáa fatur á.

 

 

Støðan er rættuliga kritisk hjá samgonguni, tí so at siga alt samgonguskeiðið higartil, nú væl meira enn tvey ár eru farin, hevur snúð seg um at finna eina semju um fiskivinnunýskipanina.

 

 

Tað hevur gingið illa,  men í staðin fyri at royna at fáa loysn á málinum, hevur samgongan spælt út við tveimum øðrum stórum málum samstundis. Pensjónsnýskipanin er ein umfatandi skipan, sum higartil bert Sjálvstýri tekur undir við. Hitt málið er stjórnarskipanin, sum eftir øllum at døma er parkerað í einari grein-25 nevnd.

 

 

Alment hevur tað verið landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, sum  hevur staðið við fiskivinnunýskipanini. Hinir báðir floksformennirnir hava alment stuðlað honum, men veruleikin í løtuni er tann, at Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við uppskotinum.

 

 

Tí er samgongan í kreppu. Fiskiloyvini ganga út á nýggjárinum og vit hava nú 11. november. Fíggjarlógin skal gerast og samtykkjast í ár umframt øll hini málini, sum sttanda á bíðilistanum.

 

 

Løgmaður og hinir samgonguleiðararnir mugu arbeiða hart og skjótt fyri at loysa trupulleikarnar. Tí enn er ongin loysn.

Spurningurin í hesi løtu er um samgongan er so kroyst, at hon boyggir seg fyri krøvunum frá Miðflokkinum.

Hendir tað, so er alt vent á høvdið, men í politikki kann alt henda.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her