Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 01.12.2017 (14:51)

Álit lagt fram mánadagin

Nú desember er byrjaður, er neyðugt, at álitið um fisikivinnunýskipanina verður lagt fram, skal lógin virka frá 1.januar.

 

Vinnunvndin ger tær seinastu rættingarnar nú og so verður álitið lagt fram á tingfundi mánadagin.

 

Fiskivinnunýskipanin var til viðgerðar á almennum fundi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í gjárkvøldið. Hsar kom rættuliga greitt fram frá vinnuni, at hon nú helst vil hava eina avgerð, so hon kann fyrihalda seg til, hvat er galdandi  eftir nýggjár.

 

Uppsjóvarvinnan var væl umboðað á fundinum og tað vísir seg eisini, at eftir tær seinastu tillagingarnar, so kann hon liva við skipanini.

Truplari tykjast tað, sum nevnt verður nýggir aktørar, at teir hava. Teir halda ikki, at teirra atgongd til fiskivinnuna gerst lættari við nýggju skipanini.

 

Hoyr annars video-pr´tatini við landsstýrismannin við fiskivinnumálum og trý umboð fyri vinnuna her á síðuni nú og seinni í dag.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her