Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 17.12.2017 (11:45)

Andstøðan finst at útgjaring

 

Meirlutin í fíggjarnevndini er væl nøgdur við fíggjarlógina fyri komandi ár – andstøðan finst hvassliga at lógini

--

Minnilutin í fíggjarnevndini ávarar sttaðiliga móti vanstýringini a føroyska búskapinum.

Andstøðulimirnir í fíggjarnevndini – Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin. Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, og Bill Justinussen, Miðflokkurin, eru ikki mildir í sinum minnilutaáliti um komandi fíggjarlóg.

Teir siga stutt, at samgongan við hjálp frá Sjálvstýri hevur mist tamarhald á búskapinum  og í veruleikanum er talan um vanstýring.

Teir siga, at við at

· krógva veruliga útreiðsluvøksturin við kreativum loysnum, ið sjáldan eru sæddar áður,

· við at keypa 17. atkvøðuna í eyst og vest,

· og við at leggja ótálmaðar byrðar á vinnulívið, er kósin sett móti eini vandafullari búskaparligari framtíð.

Framtíðarhaldføri landskassans fær við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Tað tykist, sum trøini vaksa inn í himmalin, nú inntøkurnar frá tilfeingisvinnuni vaksa við fullari ferð, samstundis sum samgongan fullkomiliga hevur slept endanum á útreiðslusíðuni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her