fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 12.2m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 29.07.2018 (14:30)

Ansast skal eftir íløgunum

GREINING:Familjan í ymiskum skapi er grundarlagið og kjarnan í føroyska samfelagnum.

 

Tað var tráðurin í ólavsøkurøðu løgmans frá tingsins røðarapalli í dag.

 

Hendan tráðin brúkti løgmaður gjøgnum alla røðunum til at siga, at hava familjurnar tað gott og rúmsátt í Føroyum, so hevur samfelagið tað eisini gott.

 

Røðan var í nokk so stóran mun ein gjøgnumgongd av tí, sum hendan samgongan hevur fingið samtykt tey skjótt trý árini, hon hevur sitið.

 

Løgmaður nevndi fiskivinnunýskipanina, pensjónsnýskipanina, skattalættan til lág- og meðallønt umfram fleiri aðrar ábøtur.

 

Hann fegnaðist um búskaprligu góðu gongdina og fólkatilflytingina.

 

Men hann hugdi eisini frameftir.

 

Løgmaður sigur, at ferðin á búskapinum er so ógvuslig nú, at neyðugt er at drýggja almennar íløgur. Serliga byggivinnan koyrir við so ógvusligari ferð, at alt gerst dýrari.

 

Aksel V. Johannesen stakk hondina beinleiðis inn í vespubýlið við tunnlum. Hann ásannaði, at nógv treingir til at gerast, men neyðugt er at drýggja íløgurnar og ikki at gera alt í senn. Hann segði eisini, at fyrst skal Hvalbiartunnilin gerast og so tunnlarnir Norður um Fjall. So má restin koma aftaná.

 

Í veruleikanum heitti hann á tingið um at vísa hóvsemi. Heldur enn at blokera, ti “eg ikki fái mítt nú”, so

heldur at gera skilagóðar raðfestingar,  so alt verður gjørt so við og við.

 

Løgmaður tosaði um samhaldsfesti eisini á hesum øki, men annars millum lønarbólkar, ættarlið og ymsu økini í landinum. Í hesum sambandi nevndi hann Suðuroynna og tey framíhjárættindi, oyggin fær í nýggju alilógini.

 

Løgmaður segði, at ali- og fiskivinnan eru grundarlagið undir føroyska búskapinum. Tí skulu vinnurnar hava góð kor, men tær skulu eisini gjalda fyri tey framíhjárættindi vinnurnar hava.

 

Ofta er nevnt, at Eysturoyggin hevur serliga fá almenn arbeiðspláss. Í røðuni  boðaði løgmaður frá, at fyrisitingin hjá Vága- og Norðoyatunnlinum verður á nýggjárinum flutt til Runavíkar.

 

Løgmaður veit væl, at hetta er møguliga seinasta røðan áðrenn eitt val, hann heldur á ólavsøku. Hann nevndi eisini, at vit vita hvat plagar at henda í valárum, men mælti staðiliga til ikki at fara undir nakran útgjarðingarpolitikk hesa møguliga seianstu tingsetuna í hesum valskeiði.

 

Val verður í seiansta lagi 1.september næsta ár.

 

Niðan fyri eru nakrar myndir frá skrúðgonguni í morgun, og úr Løgtinginum í dag

 

 

 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her