fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 4.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 21.03.2017 (10:17)

Anti trust og økiskvotur stóra mótstøðu

Økiskvotur og anti trust fyltu nógv á almennum tjóðveldisfundi í Bowling í Leirvík.

 

Umframt tjóðveldisfólk, so vóru nógv umboð fyri vinnuna norðanfyri møtt upp at skifta orð og gera viðmerkingar til uppskotið hjá landsstýrismanninum um nýggja fiskivinnuskipan.

 

Høgni Hoydal greiddi fyrst frá uppskotinum, men tað var skjótt tað kom frazm, at vinnan í stóran mun ber ótta fyri anti trust lóg umframt at on er illa nøgd við ætlanirnar um økiskvotur.

 

'Flæeiri søgdu, at summi reiðarí høvdu keypt kvotur úr økjum, sum nú skulu hava framíhjárætt til møguligar nýggjar kvotur.

 

Landsstýrismaðurin segði, at so fór tað ikkia t vera, men at hetta var eitt amboð hjá landsstýrismanninum, so hann kundi syrgja fyri at virksemi bleiv deilt kring alt landið, so øll kunnu fáa lut í arbeiðnum. Neyðugt er ikki, at tað eru fólk í økinum, sum fáa hesar kvoturnar, men at virksemi verður lagt í økið.