fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 06.08.2017 (22:59)

Bora og spreingja aftur

Tað hevur verið friðarligt á Strondum og á Hvítanesi hesa seinastu tíðina.

 

Tey sum arbeiða við at skapa eina nýggja farleið millum Eysturoynna og Streymoynna, hava verið í summarfrí, men  mánamorgunin byrja tey aftur.

 

Tá fara toymini bæði á Hvítanesi og á Strondum aftur til arbeiðis og full ferð verður sett á. Higartil eru tilsamans slakir 1100 metrar boraðir og sjálvt um langt er eftir á mál, so gongur alt eftir tíðarætlanini.

 

Serliga Eysturoyarmegin hevur eitt sindur av lekum verið, men ikki so nógv at tað hevur seinkað tíðarætlanini. Eftir henni verður koyrandi undir sjónum millum oyggjarnar báðar í 2020.