fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 31.12.2016 (17:55)

Breið semja um fiskivinnuna langt burtur

At Fólkaflokkurin er ímóti ætlanunum hjá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um hvussu fiskivinnan skal skipast frá 1.januar 2018 er ikki nýtt.

 

Men at Sambandsflokkurin eisini er so langt burtur frá einari semju, kom rættuliga greitt fram, tá teir tríggir kjakaðust seinnapartin í útvarpinum.

 

Í einum nýggjárskjaki, sum mest bar brá av  at tosa hvør í munnin hjá øðrum, var kenslan greið: talan verður ikki um nakra breiða fiskivinnusemju.

 

Uppboðssølan hevur alla tíðina verið nevnd sum forðing fyri semju, men eisini hvør skal hava loyvi at selja fiskirættindi er ein forðing fyri semju.

 

Andstøðuflokkarnir halda, at umsetiligiheit av rættindum gevur dynamik í vinnuni,  meðan landsstýrismaðurin heldur fast við, at ongin kann selja tað, sum ein ikki eigur.

 

So her gamlaárskvøld sær tað út til, at  verður din nýskipan gjørd, sum hevur bert nakað av tí, sum landsstýrismaðurin hevur sett sær fyri at fáa ígjøgnum, so verður tað við einum meirluta í Løgtinginum - ikki ein breið semja.