Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 03.01.2017 (20:39)

Danskur uttanríkisráðharri á vitjan

Hann hevur ikki nógvar royndir sum ráðharri, men danski uttanríkisráðharrin Anders Samuelsedn hevur sitið í Fólkatinginum síðani 1998, burtursæð frá trimum árum í ES-tinginum.

Hósdagin vitjar hann í Føroyum sum danskur uttanríkisráðharri. Hann tók við starvinum, tá ið flokkur hansara undan jólum gjørdist partur av donsku stjórnarsamgonguni undir leiðslu av Lars Løkke Ramussen.

 

Meðan hann er á vitjan í Føroyum skal hann hava ssamrøður við landsstýrismannin við uttanlandsmálum, poul Michelsen og hann skal eisini fríggjaddagin á fund við uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum.

 

Anders Samuelsen vitjar eisini SEV og vindmyllulundina í Húsahaganum, umframt at hann fer á gátt hjá  Visit Faroe Islands.

 

Anders Samuelsen fer úr aftur Føroyum seinnapartin fríggjadagin.