fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 12m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 27.04.2016 (09:41)

Drama í Løgtingnum í nátt

 

Samgongustevið var farið heilt út av lagi í gjár, tá ið Løgtingið hevði 2.viðgerð um broytingarnar í hjúnabandslógini.

 

Serliga var  tað uppskotið frá Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, um at senda málið til fólkaatkvøðu, sum fekk øði í samstarvspartarnar hjá Javnaðarflokkinum – Framsókn og Tjóðveldi.

 

Hóast samgongan alla tíðina hevur sagt – og tað stendur í samgonguskjalinum – at talan ikki er um eitt samgongumál, so hava broytingarnar í hjúnabandslógini fylt meira og meira og nærkaðist at gerast ein “kabinettspurningur” í gjár. Ein spurningur, sum kundi hótta arbeiðslagið í samgonguni.

 

Fleiri ferðir gjøgnum dagin royndu samgongufólk og samgonguleiðararnir at fáa tingmannin at taka uppskotið aftur, uttan at tað eydnaðist.

 

Men tá ið tingformaðurin niðurlegði tingfundin um 23-tíðina – eftir umbøn frá Heðin Mortensen – komu tingini uppá pláss. Sjálvur segði Heðin Mortensen, at hann ikki vildi seta samgonguna í vanda. Tí tók hann uppskotið um fólkaatkvøðu aftur.

 

Málið var, tá ið alt kom til alt, eitt samgonumál. Øll landsstýrisfólk – uttan Poul Michelsen, sum er uttanlands – sótu í tingsalinum til “the bitter end” og øll tingfólkini í samgonguni atkvøddu fyri uppskotinum um at geva samkyndum loyvi at giftast. Harumframt atkvøddu Magni Laksáfoss og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum fyri uppskotinum.

 

Alt bendir á, at nú er friður um hetta mál, hóast tað skal hava eina viðgerð afturat.

 

Hvussu arbeiðslagið er í samgonguni og hvat verður gjørt við tað, er ein annar spurningur, men onki er at ivast í, at samgonuleiðslan hevur lært, at neyðugt at halda í teymunum á samgongufólkunum, annars kann alt samstarvið innan samgonguna fara av lagi.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her