Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 29.07.2018 (13:36)

Drýggja íløgurnar yvir fleiri ár

Sjálvt um ein heil milljard er í avlopi hjá landskassanum í 2016,2017 og 2018, so boðar løgmaður frá, at samgongan fer at reka ein varnan búskaparpolitikk í tí sum eftir er av hesum valskeiðnum.

Í røðu síni vísti løgmaður á, at samfelagið hevur stóra viðgongd í løtuni við góðum búskapi, arbeiði til so at siga allar hendur og fólkavøkstur.

- Hetta fer at hæsa av. Tí reka vit ein ansnan fíggjarpolitikk. Vit flyta samfelagið framá, samstundis sum vit leggja til síðis til verri tíðir, segði løgmaður.

Hann vísti á, at Búskapargrunnurin er farin at virka og at hann er eitt av amboðunum, sum skal minka sveiggini í búskapinum.

- Men fyri at stýra búskapinum mugu land og kommunur samstarva. Samlaðu íløgurnar hjá landi, kommunum og vinnu eru í løtuni ov stórar. Tað ger, at serliga byggivinnan dýrkar. Tað rakar familjurnar. Landið tekur ábyrgd, og vit ætla at drýggja komandi íløgur yvir fleiri ár. Og kommunurnar áttu at gjørt tað sama. Vit varða jú av somu familjum. Tað má kunna bera til. Í felag, var boðskskapurin hjá løgmanni í hansara triðju ólavsøkurøðu.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her