Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 29.04.2017 (22:40)

Eiga at krevja føroyskar almennar máltíðir

Vit eiga at orða ein føroyskan matpolitikk, sum millum annað sigur, at almennar máltíðir fyri ein ávísan prosentpart eiga at vera gjørdar úr føroyskari rávøru.

 

Tað heldur Gutti Winther, kokkur, sum á fundi hjá Framsókn mælti til, at ein føroyskur matpolitikkur so skjótt sum møguligt verður orðaður.

 

Hann skeyt upp, at í politikkinum skuldi eisini standa, at tær máltíðir, sum verða serveraðar á til dømis sjúkrahúsunum og ellisheimum skulu fyri ein stóran part vera gjørdar úr føroyskum rávørum.

 

-Verður ein eftirspurningur eftir føroyskum rávørum, so faraa framleiðararnir eisini at kýra seg og framleiða vørur og kanska gera enn meira burturúr enn gjørt verður í dag. Ein slík menning hevði eisini skapt ein hóp av arbeiðsplássum í Føroyum, segði Gutti Winther.

 

Hann mælti eisini til, at ein føroyskur kokkaskúli verður grundlagdur og at vit fara at skipa fyri alheims kappingum innan matvørur í Føroyum.