fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 02.02.2017 (08:49)

Fiskivinnan: Endin á samráðingunum ókendur

Sjálvandi tekur tað drúgva tíð at gera ein nýskipan fyri føroysku fiskivinnuna, bæði á sjógvi og landi.

 

Og tá ið so politiska skipanin tilvitað  hevur latið málið ligið so leingi, at evstamrkið nærkast ómetaliga skjótt, so skal okkurt henda nú.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum er tann landsstýrismaður, sum av álvara hevur sett málið á dagsskrá og tað er eisini hansara ábyrgd sum landsstýrismaður at hava eina nýggja skipan klára á nýggjárinum.

 

Fleiri punkt eru, sum støða skal takast til. Fyrst og fremst, hvussu rættindini til at sleppa at fiska verða lutaði út. Nýskipanarbólkurin hevur gjørt eitt tilmæli og landsstýrismaðurin hevur alla tíðina tosað um at fara frá politiskari útluting.

 

Tað vil siga, at uppboðssøla er eitt knútapunkt.

 

 

Les eisini: Greining av fiskivinnuskipanini: Eingin veit júst hvat hendir

 

 

Umboð fyri samgonguflokkarnar kenna væl til hetta málið, men tey siga seg ikki vita nágrediniliga hvat málið  er og hvussu langt slepst á smráðingarleið við serliga Sambandsflokkin um uppboðssølu.

 

 

Les eisini: Fiskivinnan: Endin á samráðingunum ókendur

 

 

Sambandsflokkurin hevur í teirrra uppskotið nevnt at partar av veiðurættindunum kunnu seljaast á uppboðssølu, men flokkurin vil eisini hava at kvoturnar - ikki fiskidagar - eru frítt umsetiligar.

 

Júst tann parturin gongur beinleiðis móti tí, sum landsstýrismaðurin hevur ført fram.

 

Samanumtikið er torført í hesum døgum, at fáa nakran í politisku skipanini at geva boð uppá, hvat samráðingarnar um nýggja fiskivinnuskipan endar við - heldur ikki umboðini fyri samgonguflokkarnar vita fyri vist, hvussu endaliga úrslitið verður.