Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 31.03.2018 (18:21)

Egndi fyri seg sjálvan

Gjøgnum fleiri ár hevur tað verið kent, at Magni Laksáfoss ikki hevur gingið í takt við restini av tingmanningini hjá Sambandsflokkinum.

 

Hann hevur engt fyri seg sjálvan og ferð eftir ferð hevur hann sett spurnartekin við tað, sum tingbólkur floksins annars hevur verið samdur um. Og hann hevur ikki verið banginf yri at siga sína egnu hugsan.

 

Seinastu tíðina hevur hann eisini flirtað meira og meira við samgonguna, millum annað í málinum um at loyva samkyndum at giftast borgarliga.

 

Tað lá eisini leingi á ljóði, at sambandstingmaðurin umhugsaði at taka undir við lógini um fyrisiting av sjófeingi, men tá ið avtornaði so "clearaði" hann bara við Kristin Michelsen, tá atkvøðast skuldi.

 

Magni Laksáfoss er búskaparfrøðingur og hann hevur eisinisitið nakrar mánaðir sum landsstýrismaður við fíggjarmálum. Tá avloysti hann núverandi sambandsformannin, Bárð á Steig Nielsen.

 

Seinasta beinleiðis stríð, hann hevur verið í innanfloks, var tá ið Helgi Abrahamsen stillaði upp móti honum og vann atkvøðugreiðsluna um at verða næstformaður í flokkinum.

 

Magni Laksáfoss hevfur eftir øllum at døma tikið úrslitið av tí valinum til eftirtektar og tí takkar hann fyri seg í Sambandsflokkinum. Helst fer hann at arbeiða saman við samgonguni, tað sum eftir er av valskeiånum, men hvar hansara eventuella politiska framtíð endar, er torført at meta um.

 

Sjálvur sigur hann seg ikki hava tikið nakra avgerð - annað enn at hann heldur, at Sambandsflokkurin er snaraður ov nógv til høgru.

 

Í hvussu so er hevur Magni Laksáfoss saman við fleiri øðrum avhoppparum í Løgtinginum enn einaferð prógvað fyri veljarunum, at flokkunum og tingbólkum kann ein ikki rokna við eitt heilt valskeið.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her