fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 15.06.2017 (22:31)

-Eri um at vera liðugur

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, situr júst nú og gjøgnumgongur tær frágreiðingarnar hann hevur fingið um loyvini til svartkjaftaveiðu hjá Slættaberg og Saksaberg.

 

Tey bæði uppsjóvarskipini fingu loyvini frá tveimum linuskipum, so tey kundu veiða av felagskvotuni av svartkjafti.

 

Eftirfylgjandi hevur Vørn eftir boðuð frá Fiskimálaráðnum boðað skipunum frá, at veiðuloyvini verða inndrigin aftur 26. juni, tí eitt mistak er hent.'

 

Andstøðan hevur funnist hvassliga at landsstýrismanninum, tí hann hevur latið hetta fara fram. Fleiri spurningar eru settir fram um málið fyri at fáa greiðu á hvussu tað ber til, at Fiskimálaráðið nú ger beint móti tí, sum Løgtingsins Umboðsmaður kritiseraði fyri nøkrum árum síðani, og sum táverandi andstøðupolitikkarin Høgni Hoydal tá tók undir við.

 

-Eg havi fingið tær frágreiðingar, sum eg havi biðið um og nú royni eg at skilja hvat er hent áðrenn eg komi við eini frágreiðing - møguliga í morgin. Talan er ikki um, at eg geri eina frágreiðing, sum skal reinsa meg, men eg má vita, hvat vendir upp og niður í hesum máli, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her