fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 4.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 29.05.2017 (07:19)

Eru ímóti nýskipanini

Nógv hava mótmælt uppskotinum til nýskipan av fiskivinnuni, men tað eru enn bert Fiskimannafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið, sum skipa fyri tiltøkum.

 

Hesi bæði manningarfeløgini hava kallað limir sínar til Havnar, niðan í Klubbagarðin , at mótmæla, tá ið Løgtingið í dag fer at hava 1.viðgerð av uppskotinum um nýskipan av fiskivinnuni.

 

Feløgini siga, at nýskipanin fer at hótta lívsgrundarlagið hjá teirra limum og at hetta fer at forkoma føroysku fiskivinnuni og lata haba uppí hendurnar á útlendskum kapitali.

 

Mótmølisfólkini møtast í Klubbagarðinum kl. 9.