fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 10.7m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 18.01.2018 (14:32)

Fáa ikki fiskin av Flemish Cap til Føroyar

-Eg vóni at vit finna eina loysn í dag ella í morgin, so skipini fáa sent fiskin, sum er landaður her í Bay Robert, heim til Føroyar.

 

Jógvan Hansen frá JFK og formaður í Føroya Ráfiskarakeyparafelag, er sjálvur í Kanada. Hann sigur, at skipini hava landað og landa í dag. Fiskurin er á einari tollgoymslu, men higartil hava kanadisku heilsumyndugleikarnir ikki viljað givið fiskinum eina heilsuváttan.

 

Heilsuváttanin skal til, tí fiskurin skal innflytast til Føroyar. Eftir nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi skal hesin fiskurin um føroyskan bryggjukant.

 

Fimm línuskip veiða kvotuna. Í fjør landaðu tey á einari franskari oyggj, men tá var ongin trupulleiki at fáa heilsuváttan.

 

Nú er tað í Kanada og nú vilja myndugleikarnir ikki skriva heilsuváttanina.

 

-Men eg haldi vit hava funnið eina loysn. Kanadisku myndugleikarnir gjørdu tað sama fyrr, men tá var eitt annað skjal brúkt. Nú er bara spurningurin um føroyska Heilsufrøðiliga Starvssovan fer at góðtaka hetta skjalið, sigur Jógvan Hansen.

 

Hann leggur afturat, at nógv fólk arbeiða fyri at finna eina loysn. Umboð fyri øll skipini har yvuri og so eisini føroysku myndugleikarnir.

 

Vanligt er at skipini landa fyrsta túrin í Kanada og sigla heim annan túrin ella tann triðja.

 

Fiskurin frá fyrsta túrinum verður fluttur til Føroyar í frystibingjum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her