Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 18.03.2017 (14:03)

Fakfeløgini á fund við Høgna

Meðan uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan er sent út til nøkur feløg til hoyringar, eru flestu feløgini eisini kallað til fundar í fiskimálaráðnum týsdagin.

 

Talan er um fakfeløgini, so sum Fiskimannafelagið og Meginfelag Útróðramanna og Skipara og Navigatørfelagið, men eisini Føroya Reiðarafelag, Ráfiskakeyparafelagið , Ráfiskaseljarafelagið og onnur feløg.

 

Nýskipanaruppskotið hevur fingið so nógvar viðmerkingar og spurningar, at fiskimálaráðið fer at royna at at greina fyri feløgunum, hvat málið í veruleikanum snýr seg um.

 

Politiskt tykist vera nokk so greitt, at uppskotið sum alment er lagt fram, ikki hevur nakran møguleika at fáa beiða undirtøku fyri ikki at siga, at uppskotið kanska helst ikki verður samtykt.

 

Vinnan er ikki samd um, hvussu leisturin skal vera og í politisku skipanini verður línan eisini drgin í ymsar ættir.

 

Samgongan sigur, at uppskotið um nýskipan skal samtykkjast í hesi tingsetuni  - tað vil siga áðrenn Løgtingið fer í summarfrí