fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 25.12.2016 (12:18)

Fara at gera lýsi í Leirvík

At virðisøkja føroyska fiskatilfeingið og fáa sum mest av tí til høldar, hevur altíð verið eitt av málunum hjá Faroe Marine Products - Høvdavirkinum - í Leirvík.

 

Virkið hevur í mong ár turka høvd og ryggir, sum fyrst og fremst er selt til stóra afrikanska landið Nigeria, men hesi seinastu árini hevuvr hetta ikki latið seg gjørt, tí marknaðurin í Nigeria hevur verið afturlatin.

 

Ti hevur verið neyðugt við nýhugsan ella innovatión. Í løtuni framleiðir virkið tí djóraføði til týska marknaðin, samstundis sum klárt verður gjørt til at framleiða lýsi.

 

Maskinurnar til hesa framleiðslu eru settar upp og tað er so at siga klárt at fara undir lýsiframleiðsluna.

 

Fiskalýsi verður brúkt í heilsutilskotsvinnuni umframt ein partur til heiluvág.

 

Í løtuni arbeiða 20 fólk í framleiðsluni á Høvdavirkinum. Uppsjóvarfyritøkan Vrðin hevur keypt seg inn í virkið og eigur nú helvtina av Faroe Marine Products.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her