Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 21.09.2018 (06:33)

Fer at fortelja um vælferðarvaktina

Á fundi fyrrapartin fer íslendska forkvinnan fyri Vælferðarvaktini, Siv Friðleifsdóttir, at fortelja landssstýriskvinnuni við almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, um Vælferðarvaktina.

 

Vælferðarvaktin var sett á stovn eftir stóru fíggjarkreppuna í Íslandi fyri 10 árum síðani. Vælferðarvaktin fylgir við, hvussu tey, sum fíggjarliga eru ringast fyri í landinum, hava tað og mælir myndugleikum til at seta tiltøk í verk.

 

-Vit eru mannað við fólkum úr íslendsku aðalráðunum, frá felagsskapum og hjálparfelagsskapum, sigur Siv Friðleifsdóttir.

 

Felagsskapirnir sum manna Vælferðarvaktina eru felagsskapir, sum eisini eru í Føroyum. Íslendska forkvinna nevnir millum onnur Frelsunar Herin, Barnabata og aðrar felagsskapir.

 

-Vit mæla til ymisk tiltøk og tað vísir seg, at myndugleikarnir lurta eftir tí vit siga og taka okkum í álvara, sigur Siv Friðleifsdóttir.

 

Siv Friðleifsdóttir hevur verið í samband við almannaráðið og har er áhugi at frætta meira um Vælferðarvaktina.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her