Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 20.06.2018 (16:17)

Fer at taka ímóti 50.000 tonsum

Á Skarðshjalla fer nýggja biogass verkið at taka ímóti upp til 50.000 tonsum av mykju frá bøndum og alislógvi og øðrum frá alivinnuni.

 

Verkið fer árliga at framleiða 2,3 rúmmetrar av gassi. Við øðrum orðum fæst ein orkukelda afturat.

 

Mett verður, at hetta er nóg mikið til at hita tað sum svarar til 400 húsarhald á fjarhitanetinum í Havn og fer at veita streym til tað, sum svarar til 1900 húsarhald.

 

Ein annar fyrimunur er, at framleiðslan eisini fer at veita landbúnaðinum góð 40.000 tons av gassaðum tøðum. Hetta eru tøð. sum eru munandi betri at brúka enn at spræna mykjuna beinleiðis í bø og haga.

 

Verkið skal eisini tryggja, at útlátið frá smoltstøðunum minkar munandi. Í ætlanini er talan um, at tað skal minka 11.000 tons árliga.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her