fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 15.06.2017 (23:22)

Fimm kærur fyri á fundi fríggjadagin

Klokkan átta fríggjamorgunin er fundur í landsstýrismálanevndini.

 

Nevndin hevur fimm mál á skránni, men neyvan kemur nøkur niðurstøða frá nevndini.

 

Tríggjar av kærunum eru um Høgna Hoydal, landsstýrismann við fiskivinnumálum, ein um Henrik Old, landsstýrismann við sanmferðslumálum og tann fimta er um løgmann.

 

Landsstýrismálanevndin er samansett soleiðis, at andstøðan hevur formannin í nevndini og ein afturat. Samgongan eigur triðja limin. Í hesi setuni er Jógvan Dkorheim, Sjálstýri, formaður, meðan Magnus Ramussen umboðar  úr Sambandsflokkinum eisini umboðar andstøðuna. 

 

Annita av Fríðriksmørk, Tjóðveldi, umboðar samgonguna í nevndini.

 

Røddir hava í seinastuni verið frammi um, at skipanin við landsstýrismálanevndini ikki virkar longur. Í staðin

fyri at hava verið ein faklig nevnd eru hon nú vorðin meira politisk.

 

Niðurstøðuni frá nevndini fáa ongar avleiðingar um 17 tingfólk eru ímóti - og tað eru tað ofta, tá ið samgongan er í minniluta í nevndini


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her