Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 29.07.2018 (14:06)

Fiski- og aivinnan bera samfelagið

Familjurnar – hvussu ymiskar tær eru – eru hornasteinurin í samfelagnum.

Tað brúkti løgmaður nógv í ólavsøkurøðuni í sambandi við, at familju- og arvarætturin nú eru yvirtikin sum føroysk sermál.

Men hann brúkti eisini tíð uppá at siga, at fyri at familjurnar skulu hava tað so gott sum møguligt, so er avgerandi at høvuðsvinnurnar ali- og fiskivinnan hava tað gott og allatíðina mennast.

- Við nýggju alilógini eru aliloyvini greiðari, og dentur er lagdur á, at vinnan skal virða náttúruna og ta vistfrøðiligu skipan, hon virkar í. Tráa vit ov nógv eftir løtuvinningi kemur tað aftur um brekku við sjúkum, felli og spiltari náttúru. Her mugu vit læra av fortíðin, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Hann vísti á, at nýggja alilógin letur upp fyri nýggjum møguleikum at ala á

land og frálandaaling.

Nýggir møguleikar eru eisini at ala skeljar og tara og so vísti hann á, at nú verður farið undir at ala rognkelsi í Svínoy.

- Men eisini uttanlands eru batar. Vit hava arbeitt miðvíst fyri, at alivinnan og aðrar útflutningsvinnur hava minst líka góða marknaðaratgongd sum kappingarneytarnir. Og vit eru komin langt við arbeiðinum at betra um okkara handilsviðurskifti við Suður Korea, Japan, Kina, ES, Russland og Brasilia.

 

-Hetta verður gott fyri vinnulívið, men eisini fyri føroyskar familjur, sum fáa bíligari vørur.

 

-Vit samráðast eisini við íslendingar um at broyta Hoyvíkssáttmálan, tí samsvar má vera millum sáttmálan og fiskivinnulóggávuna um útlendskan ognarskap. Hartil skal betri javnvág tryggjast í handlinum landanna millum, segði løgmaður.--

 

Familjurnar – hvussu ymiskar tær eru – eru hornasteinurin í samfelagnum.

Tað brúkti løgmaður nógv í ólavsøkurøðuni í sambandi við, at familju- og arvarætturin nú eru yvirtikin sum føroysk sermál.

Men hann brúkti eisini tíð uppá at siga, at fyri at familjurnar skulu hava tað so gott sum møguligt, so er avgerandi at høvuðsvinnurnar ali- og fiskivinnan hava tað gott og allatíðina mennast.

- Við nýggju alilógini eru aliloyvini greiðari, og dentur er lagdur á, at vinnan skal virða náttúruna og ta vistfrøðiligu skipan, hon virkar í. Tráa vit ov nógv eftir løtuvinningi kemur tað aftur um brekku við sjúkum, felli og spiltari náttúru. Her mugu vit læra av fortíðin, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Hann vísti á, at nýggja alilógin letur upp fyri nýggjum møguleikum at ala á

land og frálandaaling.

Nýggir møguleikar eru eisini at ala skeljar og tara og so vísti hann á, at nú verður farið undir at ala rognkelsi í Svínoy.

- Men eisini uttanlands eru batar. Vit hava arbeitt miðvíst fyri, at alivinnan og aðrar útflutningsvinnur hava minst líka góða marknaðaratgongd sum kappingarneytarnir. Og vit eru komin langt við arbeiðinum at betra um okkara handilsviðurskifti við Suður Korea, Japan, Kina, ES, Russland og Brasilia.

 

-Hetta verður gott fyri vinnulívið, men eisini fyri føroyskar familjur, sum fáa bíligari vørur.

 

-Vit samráðast eisini við íslendingar um at broyta Hoyvíkssáttmálan, tí samsvar má vera millum sáttmálan og fiskivinnulóggávuna um útlendskan ognarskap. Hartil skal betri javnvág tryggjast í handlinum landanna millum, segði løgmaður.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her