fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 04.08.2017 (22:58)

Fiskidagar og kærur í næstu viku

Løgtingið hevur ongan fund í komandi viku, men tað hava vinnunevndin og landsstýrismálanevndin.

 

Vinnunevndin hevur fingið málið um fiskidagar frá 1.september til 31.desember. Málið hevur fingið 1.viðgerð í tinginum ogvar beint í vinnunevndina. Grundin til at fiskidagarnir bert verða  ásettir fyri tað, sum er eftir av hesum kalendaraárinum er, at lógin um vinnuligan fiskiskap fer úr gildi á nýggjárinum.

 

Landsstýrið hevur boðað frá, at kvotaskipanin ikki kemur í gildi næsta ár, so fiskidagar  verða ásettir fyri 2018. Tað ber bara ikki til at gera tað fyrr enn ein nýggj lóg um vinnuligan fiskiskap er samtykt.

 

Vinnunevndin hevur kallað hesi á fund:

Kl. 9.15: Vága Útróðrarmannfelag  

Kl. 9.45: Meginfelag Útróðramanna 

Kl. 10.15: Felagið fyri Línuskip 

Kl. 10.45: Felagið fyri Trolbátar 

Kl. 11.45: Føroya Fiskimannafelag 

  

Kl. 13.00: Fiskidaganevndin 

Kl. 13.30: Føroya Reiðarafelag 

Kl. 14.00: Føroya Skipara- og Navigatørfelag 

Kl. 14.30: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum saman við umboðum fyri VØRN og Havstovuni 

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin, er formaður í vinnunevndini.

 

Umframt vinnunevndina, sum hevur fund mánadagin, hevur eisini landsstýrismálanevndin fund  týsdagin. Nevndin skal viðgera tríggjar kærur um Høgna Hoydal, landsstýrismann, og eina klagu um Henrik Old, landsstýrismann.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her