fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 11.7m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 03.08.2017 (10:05)

Fiskidagarnir á ting og limir í Norðurlandaráðnum

Løgtingið byrjaði við at velja limir í Norðurlandaráðið. Teir eru Jenis av Rana og Pauli Trond Peterseen, meðan Ruth Vang og Bill Justinussen eru valdir sum eykamenn.

 

K Høvuðsmálið í dag er 1tó .viðgerð av uppskotinum frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um fiskidgar, tað sum eftir er ac hesum árinum.

 

Við galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap, so byrjar fiskiárið áðrenn 1. september, men av tí at ætlanin er at seta nýggja lóg í gildi á nýggjárinum, so verða fiskidagarnir hesaferð bert ásettir fyri tað, sum eftir er av hesum árinum.

 

Grundleggjandi hevur tað við sær, at tey før, sum fáa fiskidagar fáa bert ein triðing av teimum døgum, sum tey vanliga fáa, tí tíðarskeiðið hesaferð er bert ein triðingur av einum heilumári.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her