fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 4.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 18.08.2017 (07:58)

Fiskidagarnir samtykkjast

Hvørt einasta ár í mong, mong ár hevur stríð verið um, hvussu nógvir fiskidagar skulu vera í komandi ári.

 

Stríð hevur verið millum skipabólkar, men fyrst og fremst hevur politiska skipanin verið ósamd um, hvussu n+ogv skal lurtast eftir fiskifrøðingunum og hvussu nógv skal lurtast eftir teimum, sum dagliga arbeiða í fiskivinnuni og fiska.

 

Í ár er talan um eitt annað stríð, tí Løgtingið er grundleggjandi samt um, at fiskidgarnir fyri komandi 12 mánaðirnar eiga at vera teir somu, sum teir hava verið í undanfarna fiskiáari.

 

Stríðið í ár er ein avleiðing av, at  lógin um vinnuligan fiskiskap fer úr gildi á nýggjárinum og tá skal  ein nýggj lóg koma í gildi. Politiski og tekniski trupulleikin er, at nýggja lógin ikki er samtykt og partar av Løgtinginum tí framhaldandi hava torført við at fyrihalda seg til lógina.

 

Samgongutingfólkini fara tó at samtykkkja uppskotið um fiskidaggar, sum tað bleiv samtykt við 2.viðgerð, møgulæiga við onkrum tekniskum broytigum. Dagarnir verða ásettir fyri eitt ár, men fyribils  verður hetta tó bert galdaqndi teir fýra mánaðirnar, sum eru eftir av hesum kalendaraárinum.

 

Við 2-viðgerð atkvøddu 16 tingfólk fyri uppskotinum hjá landsstýrismanninum - 12 atkvøddu ímóti.