Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 19.09.2017 (07:20)

Fiskivinnan aftur á skránni

Mest umrødda mál í føroyskum politikki seinastu árini, er aftur á dagsskránni, tá ið Løgtingið hevur fund í dag klokkan 10.

 

Talan er um 1.viðgerð av uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni við fiskivinnumálum, um fyrisiting av sjófeingi. Hetta er ein nýggj lóg, sum skal avloysa lógina um vinnuligan fiskiskap.

 

Hetta er eitt mál, sum arbeitt hevur verið við síðani 2007, tá ið Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, segði øll veiðuloyvir upp at fara úr gildi 31.desember í ár.

 

Í seinastu tingsetu var uppskot lagt fram um tað sama, men áðrenn málið kom aftur úr vinnunevndini, valdi tingformaðurin at senda tingið í summarfrí. Arbeiðið í vinnunevndini dróg´út, og  tá so tingið var sent heim fall málið burtur.

 

Tað var eisini greitt, at tað var torført at finna ein semju um lógaruppskmotið. Í nýggja uppskotinum, sum var lagt fram herfyri eru gjørdar nakrar broytingar, men sum tað sær út í løtuni, er ikki nógv sum bendir á, at ein breið semja fæst um uppskotið.

 

Eftir 1.viðgerð í dag verður málið beint í vinnunevndina.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her