fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 12.2m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 29.07.2018 (13:45)

Fiskivinnunýskipanin er eitt gott stig framá

Í røðu síni til Føroya fólk í dag segði løgmaður, at Føroyar eru eitt meira opið  og javnt samfelag at búgva í.

- Við broytingum í fiskivinnuni, alivinnuni, pensjónsøkinum og við skattaumleggingini hava vit tryggjað, at tað verður tryggari, liviligari og javnari í Føroyum, segði løgmaður.

Løgmaður sigur, at nýggja lógin um fyrisiting av sjófeingi slær púra fast, at fiskidømi er ogn Føroya fólks og ikki ogn hjá onkrum privatum.

- Verandi reiðarí hava fingið góðar treytir í nýggju skipanini, og vit fara uttan iva skjótt at síggja nýggjar íløgur. Men menningarkvotur og uppboðssøla geva eisini øðrum møguleika at fáa atgongd til fiskivinnuna. Endamálið er at fáa kapping um virðisøkingina úr livandi tilfeinginum. Úr hesi kapping sprettur bæði nýggjur dynamikkur – og størri inntøkur til reiðarí, manningar og samfelag, segði løgmaður frá tingsins røðarapalli.

Hann vísti eisini á, at næsta stig á leiðini er at samtykkja veiðugjaldið, sum tað ikki eydnaðist at fáa politiska semju í í farnu tingsetu.

- Næsta stig er at seta skipanina við veiðigjaldi í verk. Tá fara tey, ið hava framíhjárætt til tilfeingið – og sum fáa ein eyka stóran vinning – at lata eitt sindur eyka til vælferðarsamfelagið. Og veiðigjaldið fylgir gongdini í vinnuni. Forvinnur tú einki, rindar tú einki. Forvinnur tú lítið, rindar tú lítið. Forvinnur tú nógv, rindar tú meiri, segði løgmaður í dag.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her