fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 4.3m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 27.03.2017 (09:40)

Floksting tekur undir við uppskotinum um fiskivinnunýskipan

GREINING: Ongin floksformaður hevur seinastu tíðina verið fyri so hørðum ákoyringum, sum formaðurin í Tjóðveldi, landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal.

 

Hann fær einsamallur ákoyringanar fyri tær ætlaðu broytingarnar í tí uppskoti, sum almenningurin kennir til, um nýskipan av fiskivinnuni.

 

So tað var ivaleyst ein lætti fyri formannin, at møta sínum floksfeløgum á Tjóðveldistingi, har hann í frið og náðum slapp at leggja sína ársfrágreiðing fram, uttan at atfinningarsamir spurningar vóru settir aftaná.

 

Men eftir framløguna slapp landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum at royna síni kjakevni, eftir at stjórin í Varanum Pelagic, Bogi Jacobsen, hevði havt sína framløgu um  stóru uppsjóvarfyritøkuna og lagt fram, hvat tey, frá teirra sjónarhorni, síggja sum størstu bágarnar í nýskipanaruppskotinum.

 

Við kurvum og diagrammum vísti hann á, at felagið Varðin eftir uppskotinum verður noytt at minka um virksemi, tí kvoturnar fara at minka hjá teimum.

 

Tá ið kvoturnar sveiggja upp og niður hveur hetta við sær, at hjá Varðanum minka tær, tá ið sveigg er í – tá ið kvoturnar fara upp og so niður og so tá ið tær vaksa aftur.

 

Eitt annað, sum rakar stóra uppsjóvarreiðariið í Gøtu er ætlaði lógin um anti trust. Hon fer eisini at seta avmarkingar á í mun til møguleikarnar felagið hevur í dag.

 

Bogi Jacobsen, stjóri, undirstrikaði, hvussu stóran týdning tað hevur fyri prísin á føroysku útflutningsvøruni, at góðskan er høg og hann dokumentarði við tølum og talvum, at tey nýggjastu skipini hava hægstu góðskuna.

 

Formaðurin í Tjóðveldi var ósamdur í onkrum av tí, vinnulívsstórin legði fram, men viðgekk at nýggja lógin fer at avmarka møguleikarnar hjá Varðanum nakað. Hann legði afturat, at hetta verður gjørt, so onnur sleppa framat tilfeinginum.

 

Flokstingið tók undir við tí sum formaðurin segði, og bert hendinga rødd var at hoyra, sum helt, at hetta kanska ikki er besta leiðin at ganga.

 

Eitt sindur eyðsýnt var tað, at borgarstjórin í Runavík, Torbjørn Jacobsen, ikki tók lut í politiska kjakinum um fiskivinnunýskipanina. Hann var annars á vøllinum á fundi í Klaksvík hóskvøldið.

 

Heldur ikki Páll á Reynatúgvu, tingformaður, luttók í politiska orðaskiftinum.

 

Grundleggjandi má sigasst, at tann parturin av limum Tjóðveldsins, sum stýra flokkinum formliga, tóku fult undir við uppskotinum um fiskivinnunýskipanina.

 

Stendur tað upp til hesi fólk, so verður nýskipanin atkvødd ígjøgnum við hendinga smárættingum.

 

Um tað eisini er galdandi fyri restina av samgonguni er enn óvist.