fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 12.2m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 09.06.2018 (10:09)

Framsókn hevur landsfund í dag

Sitandi samgonga hevur skjótt trý ár á baki. Tað vil siga, at vit fáa løgtingsval í seinasta lagi 1. september næsta ár.

 

Hesin veruleikin ger, at flokkarnir í samgonguni meira ella minni gera støðuna upp og eftirmeta, hvussu samstarvið hevur gingið seinastu trý árini og hvat er komið burturúr.

 

Í dag er tað so Framsókn, sum hevur landsfund í Østrøm í Havn. Formaður floksins, Poul Michelsen, landsstýrismaður, fer atgeva frágreiðing um tað, sum er farið fram seinastu árini og serliga tað sum er hent síðani seinasta landsfund.

 

Á fundinum fyrrapartin verða eisini tey formellu felagsviðurskiftini avgreidd, meðan seinnaparturin verður brúktur til fyrilestrar og kjak

 

 

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her