Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 10.01.2018 (19:12)

Full aula til stjórnarskipanarfund

Nógv fólk var í auluni í Kommunuskúlanum í Havn, nú Finsen, tá ið funduri , sum Føroya Vøl skipaði fyri, um stjórnarskipanina. 

 

Skarin av fólki umboðaði fólk, sum vanliga hoyra til í ølum politiska spektrinum,

 

Hendan samgongan hevur sett sær fyri at fáa uppskotið um stjórnarskipan samtykt í vár og lagt út til fólkaatkvøðu í hesum árinum.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður hevur lagt uppskotið fyri tingið, men tað sær út til at tað er torført at fáa eina fulla semju um uppskotið. Uppskotið er sent í eina grein 25-nevnd, sum Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, er formaður fyri.

 

Nevndin hevur havt einar tríggjar fundir, men mett verður at nógvir fundir skulu til afturat, áðrenn uppskotið verður latið tinginum aftur til 2.viðgerð. Ein flokkur - Sambandsflokkurin - hevur gjørt rættuliga greitt, at hann ikki fer at taka undir við uppskotinum, uttan so at flokkurin fær síni fingramerki sett á lógaruppskotið.

 

Ætlanin var, at løgmaður skuldi sita við pallborðið  saman við Høgna Hoydal, Tjóðveldi, og Bárði Nielsen, Sambandsflokkurin, men løgmaður var ikki komin úr aftur Danmark, tá ið fundurin var settur, so í hansara stað situr Sjúður Skaale við pallborðið

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her