Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 23.01.2017 (08:03)

Fundur útsettur vegna støðuna í Íslandi

Hendan vikan var avsett til, at Útnorðurráðið skuldi hava eina evnisráðstevnu um kynspolitisku støðuna hjá ungum monnum í útnorði.

 

Men stevnan er fyribils útsett.

 

Orsøkin er politiska støðan í Íslandi. Eftir Altingsvalið dróg tað so leingi út, áðrenn tað eydnaðist at skipa stjórn, at íslendsku altingslimirnir ikki fingu valt umboð at senda til stevnuna í Føroyum.

 

Enn er ikki ásett, nær evnisráðstevnan verður, men hendan avgerð verður helst tikin nú ein av komandi døgunum.

 

Evnisráðstevnan var annars orsøkin til, at Løgtingið ikki hevur nakran fund hesa vikuna.