fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 12.2m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 29.07.2018 (14:15)

Fyrisitingin til Runavíkar

Eitt skjaldramerki hjá hesi samgonguni hevur verið samhaldsfesti.

 

Tað segði løgmaður í ólavsøkurøðu síni í dag.

 

Hann segði, at samhaldsfesti  skal vera millum inntøkubólkar, ættarlið og ymsu økini í landinum.

 

- Tí byggja og menna vit húsarhaldsskúla í Klaksvík, miðnám á Kambsdali og nýggja útbúgving í list, sum partvíst verður í Sandoynni. Tí er ætlanin, at Strandferðslan fær avloysaraskip næsta summar. Og tí flyta vit fyrisitingina hjá Vága- og Norðoyartunlinum til Runavíkar á nýggjárinum.

 

Løgmaður vísti á, at onki knýtir samfelagið so væl saman, sum samferðslukervið.

 

Tað er slitið og nýíløgur skulu gerast. Tørvur er á fleiri nýggjum tunnlum.

 

- Tað má tó ikki vera soleiðis, at um vit ikki fáa fyrst, so skal eingin hava. Allir skulu gerast. Fyrst Hvalbiartunnilin, síðani tunlarnir norður um Fjall og síðani hinir. Hetta skal tó gerast við skili, og vit kunnu ikki gera allar í senn. Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fara at skapa møguleikar og styrkja bondini millum oyggjarnar og ymsu økini. Tað verður skjótt at koyra úr Húsavík til Haraldsunds, segði Aksel V. Johannesen.

 

Løgmaður nevndi serligu viðurskiftini hjá Suðuroynni.

 

Hann segði, at tey gera, at serlig tiltøk mugu setast í verk og nevndi serligu ásetingnar í alilógini um aling í Suðuroynni.

 

Niðanfyri eru nakrar myndir frá skrúðgonguni og sangløtuni undir Løgtingshúsinum í dag

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her