Leita á in.fo

Árni Gregersen, ting.fo 19.02.2019 (07:01)

Góð milljard leyp av í fjør

Ein góð milljard leyp av í rakstrinum hjá Bakkafrost í fjør.

 

Hetta er 303 miulljónir minni enn í 2017, men fyritøkan tók eisini 10.000 tons færri av laksi,.

Regin Jacobsen, stjóri, sigur í einari viðmerking:

 

-Truplu umstøðurnar á marknaðinum og skerd marknaðaratgongd í eitt tíðarskeið gjørdu, at úrslitið hjá alideildini varð heldur lakari enn væntað í fjórða ársfjórðingi. Vit fegnast tó um, at virksemið á góðskingarvirkinum er vaksið aftur, tí vit hava økt um sáttmálarnar fyri okkara liðugvørur.

Árið 2018 varð eitt hendingaríkt ár við ymiskum avbjóðingum, men samanumtikið eru vit nøgd við raksturin og úrslitið fyri 2018. Eisini er nógv orka løgd í útbyggingar í 2018, og nýtt kryvjivirki er tikið í nýtslu í Suðuroy í 2018. Eftir ætlan verður alivirksemið í Suðuroy útbygt enn meira í 2019.

 

Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 966 milljónir krónur í 2018 samanborið við 1.308 milljónir krónur í 2017. Góðskingargeirin gav eitt rakstrarhall á 22 milliónir krónur í 2018 í mun til eitt rakstrarhall á 75 milliónir krónur í 2017. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í 2018 var 254 milliónir krónur samanborið við 266 milliónir krónur í 2017.

Fyri fjórða ársfjórðing 2018 var samlaða rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost 231 milliónir krónur samanborið við 331 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2017.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her